Í dag fer árliga kundakanningin hjá okkum í gongd. Eins og áður fáa nærum allir kundar ein teldupost frá okkum. Kanningin fevnir um nakrar fáar spurningar og tekur umleið 1-2 minuttir at svara.
Evnið á kanningini er “Føroya Tele – sig frá tínum upplivingum”, og sendarin er kundi@kundakanning.ft.fo.
GG! Tíverri er villa í dagfestingini, nær svarfreistin er. Freistin at svara er 13. september 2024. Haldið okkum til góðar.