Vit hava seinastu dagarnar móttikið fleiri fráboðanir um phishing-teldupostar, ið eru sendir til føroyskar brúkarar. Teldupostarnir tykjast at koma frá kendum føroyskum fyritøkum, við sannførandi avsendaranøvnum og samsvarandi búmerki.
Í veruleikanum er talan er um teldusníkar, ið royna at fáa móttakarnar at trýsta á leinkjur fyri síðani at fáa brúkaranøvn, loyniorð ella aðrar viðkvæmar upplýsingar.
Phishing-teldupostarnir eru bæði á føroyskum og donskum. Vanliga er eitt gott ráð at hyggja væl at avsendara-teldupostadressuni, og ansa eftir, um hon samsvarar við avsendaran. Men í hesum føri eru sannførandi avsendaraadressur brúktar, og tí er gott at vera serliga ansin.
Góð ráð um phishing-teldupostar
- Hugsa kritiskt: Er tað natúrligt, at tú fær teldupost frá júst hesum avsendara á henda hátt?
- Kanna leinkjur: Halt músina yvir leinkjuna (ikki trýsta) og kanna, um leinkjan samsvarar við tann avsendaran, ið telduposturin letist vera frá.
- Váttað: Um tú ert í iva, set teg í samband við tann, ið telduposturin letist vera frá, og kanna um viðkomandi hevur sent teldupostin.