Føroya Tele


Um okkum

Aðalmálini hjá okkum nú, og tá ið felagið varð stovnað, líkjast, men eru kortini ymisk. Vit knýta føroyingar saman í einfalt fjarskifti, sum skal vera tað besta og fremsta av sínum slag í Føroyum. Vit seta altíð kundan í miðdepilin í øllum okkara virksemi, og vit menna innanhýsis førleikar til at skapa einfaldar loysnir til frama fyri kundan.

Í meira enn 110 ár hava vit tænt føroyingum, og føroyska fólkið hevur verið hjartaslátturin í fyritøkuni. Men pulsurin í dag er ein heilt annar, og tað føroyska fólkið setir heilt onnur krøv í einum heimi, sum broytist dag frá degi, og kappingin er ein natúrligur partur av gerandisdegnum. Hesi krøv gera vit okkum ómak at røkka og menna hvønn dag.

Skal ein fyritøka sum okkara ganga á odda í føroyska framburðinum, krevur tað fyrst og fremst dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið duga at laga seg eftir einum heimi í støðugari broyting. Vit vita, at meginparturin – níggju tíggindarpartar – av einum ísfjalli er undir vatnskorpuni. Soleiðis er eisini við samskiftinum millum okkum menniskju.

Tað krevur innlit, styrki og førleikar at fáa alt undir yvirflatuni at hanga saman, so tað omanfyri tykist greitt og sjálvsagt.

Samfelagstilvit 2023

Lønarpolitikkur og samsýningar

Politikkurin ásetur stevnu og leiðreglur hjá Føroya Tele um løn, pensjónspolitikk og leiðreglur fyri, hvussu samsýning fyri fráfaring verður latin. Lønarpolitikkurin verður lagdur fram, eftir at nevndin hevur samtykt hann fyri aðalfundin.

Varskógvarapolitikkur

Vit vilja fremja virksemið við integriteti, gjøgnumskygni og í samsvari við galdandi lóggávu og eina høga etiska standard. Fyri at uppihalda hesi virði hava vit sett á stovn varskógvaraskipan sum partur av áhaldandi arbeiðnum at tryggja sunna virkismentan og regluvarni.

Farnetið

FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og Nema eru vorðin samd um at samstarva um sendistøðirnar í nýggja farnetinum, sum FT Samskifti letur byggja saman við Ericsson. Avtalan kemur í gildi, tá ið nýggja farnetið er klárt at taka í nýtslu. Veitararnir fara tá at bjóða sama dekning, meðan tað framvegis verður kapping um hald, produktir og tænastur.

Les meira

Ársfrásagnir

Tíðindi

Ávaring um phishing-herferð

Vit hava seinastu dagarnar móttikið fleiri fráboðanir um phishing-teldupostar, ið eru sendir til føroyskar brú…

Melodi Grand Prix leygarkvøldið 1. mars

Leygarkvøldið 1. mars fer Jóhanna Norðberg Niclasen á pallin í danska Melodi Grand Prix, undir listarnavninum …

Føroya Tele tryggjar øllum fjarskiftisveitarum javnbjóðis atgongd til farnetið

Føroya Tele fer at flyta sendistøðirnar á farnetinum úr sínum tænastufelag, P/F FT Samskifti, yvir í netfelagi…

Tvey væleydnað tiltøk

Í síðstu viku skipaðu vit fyri tveimum væleydnaðum tiltøkum – á Føroya Tele í Hoyvík og í Varpinum í Klaksvík …

Dagføringar á farnetinum

Føroya Tele fer at fremja dagføringar á farnetinum í tíðarskeiðinum frá viku 8 til og við viku 17. Vit vænta i…

Stuðul

Vit lata stuðul til endamál, ið hóska væl saman til okkara virksemi, og vit leggja dent á samstarv, ið tænir báðum pørtum. Tað er treyt, at stuðulin fer til gott endamál, sum røkkur breiðum málbólki í Føroyum.

Send okkum skrivliga umsókn til studul@ft.fo, um tú hevur fyrispurning um stuðul. Í umsóknini vilja vit millum annað vita, hvat endamálið er, hvønn ágóða vit fáa, og hvat søkt verður um.

Legg til merkis, at vit stuðla ikki uttanlandsferðum og námsferðum, keyp av lutaseðlum, fløgum og bókum og framleiðslu av fløgum, bókum, filmum o.ø.

Tú frættir skjótast gjørligt, tá ið vit hava viðgjørt umsóknina.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.