Føroya Tele og Hondbóltssamband Føroya hava undirskrivað avtalu, ið inniber, at Føroya Tele verður stórstuðul hjá hondbóltssambandinum. Føroya Tele verður sostatt við til at stuðla eini ítróttagrein í støðugari menning og við stórum málum.
Partarnir hittust í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, har ið avtalan varð undirskrivað av Evu Skeel Nolsø, marknaðarstjóra á Føroya Tele, og Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandi Føroya Tele.
Stuðulsavtalan er fyribils galdandi í eitt ár.

Eva Skeel Nolsø, marknaðarstjóri á Føroya Tele, og Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya, taka lógvatak saman, tá ið avtalan varð undirskrivað.

Vilhelm Poulsen og Marita Mortensen, A-landsliðsleikarar í hondbólti.