Góðkent Appleverkstað

Umvælingar, sum eru góðkendar av Apple, verða gjørdar av álítandi serfrøðingum, sum brúka upprunaligar Applelutir. Teir eru snillingar, vit eru góðkent Appleverkstað, og saman kenna vit Apple út í æsir. Hvat kunnu vit umvæla fyri teg?

Umvælingar

Vel tól og fá kunning um prísir og annað.

Bílegg tíð

Skermurin brotin ella battaríið slitið
á tíni iPhone? Bílegg umvæling á
netinum og fá hana aftur sama dag

Hvussu bíleggi eg tíð annars?

Er óhappið úti, hevur tú tveir møguleikar. Tú kanst lata tólið inn í einari Telebúð ella gera
beinleiðis avtalu við Appleverkstaðið treytað av, at tólið verður latið inn í Telebúðini í Hoyvík.

Ring 303050 ella skriva til appleservice@ft.fo fyri at avtala tíð.

Gev gætur!
Áðrenn tólið verður latið inn, skalt tú taka avrit av øllum innihaldi; so sum myndir, skjøl og annað. Sløkk funkuna “Find min (enhed) – sí vegleiðing her. Hav keypskvittan við, um tólið er eldri enn eitt ár, og um tú heldur, at brekið ikki er orsakað av fysiskum skaða; so sum stoyti, vætuskaða við meira. Umvælingartíðin er ymisk alt eftir, hvat brekið er. Hetta fært tú nærri kunning um í Telebúðini, tá ið tú letur tólið inn.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.