Hvat er víðkað reiking?

Víðkað reiking merkir, at tú letur upp fyri, at tú kanst fara á netið hjá øllum útlendskum televeitarum, og soleiðis kanst tú við víðkari reiking ringja, smsa og brúka data í øllum londum treytað av, at tú hevur pening á tíni ver-kontu og/ella hevur keypt tær datapakka at nýta á ferðini. Tá ið tú ferðast uttan fyri Norðurlond, kann ávís tíð ganga (vanliga upp til 4 tímar), áðrenn vit fáa skrásett tína nýtslu; tí kann koma fyri, at tú tosar fyri meir, enn tú hevur á tíni ver-kontu. Vit trekkja altíð fyrst pening av tíni ver-kontu og síðani av tínum gjaldkorti. Tú fært eini sms-boð, hvørja ferð vit trekkja pening av tínum gjaldkorti.

Dømi: Um tú hevur 100 krónur á tíni ver-kontu, og tú tosar fyri 156 krónur, er tað ikki vist, at samrøðan verður avbrotin, tá tú fert framvið teimum 100 krónunum, sum hon vanliga ger. Men so skjótt ver hevur fingið skrásett nýtsluna, trekkja vit tær 100 krónurnar av tíni ver-kontu, umframt 100 kr av tínum gjaldkorti, harav tær 56 krónurnar fara at dekka tína nýtslu, meðan hinar 44 krónurnar verða settar á tína ver-kontu. Samstundis fært tú eini sms-boð um, at peningur er trektur av tínum gjaldkorti.

Tú ritar inn á Mítt ver og velur at loyva Víðkað reiking. Tá tú hevur loyvt Víðkað reiking, verða eini sms-boð send til títt hald við eini kunning um, at Víðkað reiking er sett til títt hald.

Vinnuhald hava altíð Víðkað reiking sett til.