Hví er ferðin so lág?

Í dag er internetið allastaðni. Vit brúka internetið til snildfonina, á teldli og teldum, og talið á tólum í hvørjum húsi er nógv vaksið. Vit lurta eftir tónleiki, hyggja at filmum og goyma myndir á internetinum, og tað krevur eitt álítandi og dygdargott breiðband. Gev tær fyrst og fremst far um, um tú yvirhøvur hevur rætta breiðbandshaldið til alla tína nýtslu. Um ferðin er lág, kann hetta skyldast, at tú ikki hevur rætta breiðbandshaldið til tín/tykkara tørv.

Hevur tú nógva nýtslu, og húsið kanska er á tremur við fólki, sum ofta brúka internetið samstundis, er besta hugskotið at flyta upp á eitt størri hald. Eru tit fleiri, ið brúka internetið í senn, kemur hetta at ávirka ferðina, ið hvør einstakur brúkari fær.

Tá tú bíleggur eitt breiðbandshald, hevur tú tvær ferðir, sum tú mást taka hædd fyri – nevniliga download og upload. Gev somuleiðis gætur, at download og upload ávirka hvørt annað. Brúkar tú alt títt upload, hevur tú minni av download. Her eru nøkur fá dømi, sum kunnu ávirka ferðina á download og upload.

 

Download – inngangandi ferðsla til tykkara breiðbandshald:

  • Hvør “sessión” av Netflix brúkar millum 3.4 og 4.2 Mbit. Um tit t.d hava eitt 10/1 breiðbandshald, og tit eru 4 fólk, ið sita og hyggja eftir Netflix á hvør sínum tóli samstundis, kunnu tit uppliva trupulleikar, tí har er ikki nóg nógv download til at stuðla so nógvum Netflix brúkarum í senn. Sama er galdandi um tit eru t.d 3, ið hyggja at Netflix og ein sum spælir spøl á netinum í senn.
  • Øll stroyming á internetinum tekur pláss. Her kann talan vera um alt frá Televarpsappini, Netflix, Viaplay, HBO og so framvegis.

 

Upload – útgangandi ferðsla frá tykkara breiðbandshaldi:

  • Back-up skipanir so sum iCloud, Skydrive og OneDrive kunnu ávirka tykkara internetsamband sera nógv, tí tey brúka upload, ið er útgangandi ferðsla frá tykkara breiðbandi.
  • Tá ið tú leggur okkurt út á Dropbox, brúkar hetta upload. Tú kanst áseta, hvussu nógv upload Dropbox skal brúka, og tú kanst eisini velja at sløkkja tað júst aftaná, tú hevur lagt tilfar út á Dropbox. Hetta ger, at breiðbandið ikki verður ávirkað ov nógv.