

Superskjótt net
Set ferðina upp við 5G, liv lívið og ger
meira av tí, tær elskar. Betri og skjótari.
Kom í gongd við 5G

Er tín telefon
5G-klár?
Kanna, hvørjar telefonir eru 5G-klárar her.
Telebúðin hevur stórt úrval av 5G-telefonum. Vitja Telebúðina, ella síggj úrvalið á nethandlinum.

Hvussu tendri
eg 5G?
Við 5G gongur alt nógv skjótari og svartíðin er nógv styttri.
Her kanst tú lesa nærri, hvussu tú tendrar 5G.
Hvat er 5G?

5G er týðandi grundarlag undir talgilda samfelagnum, har alsamt fleiri tól verða knýtt at netinum, og alsamt fleiri tænastur flyta út á netið.
5G er fimta og nýggjasta ættarliðið av farnetum. Tað er superskjótt og gevur ferðir, sum eru fleiri ferðir skjótari enn undanfarnu ættarliðini.
Hetta merkir, at tá ið tú brúkar data á snildfonini, ert tú á internetinum við flúgvandi ferð og kanst heinta appir, filmar og annað niður eftir ongari tíð.
Hví er 5G gott?
Tað eru nógvir fyrimunir við 5G

Høg ferð
Við 5G gongur alt nógv skjótari, og tú kanst vænta, at ferðin á 5G er upp til 10 ferðir hægri enn á 4G.
Stutt svartíð
Við 5G er svartíðin nógv styttri.
Jú styttri svartíðin er, jú skjótari gongur tað til dømis at stroyma og geyma.
Stórur kapasitetur
Við 5G er eingin fløskuhálsur. Stórur kapasitetur eyðkennir 5G, uttan at tað ávirkar góðskuna.

VoLTE
VoLTE er ein talu-tænasta, sum ger ljóðgóðskuna knívskarpa og ringitíðina superskjóta.

IoT
Superskjóta 5G-netið letur upp fyri nýggjum
møguleikum í mun til IoT, sum er stytting fyri
Internet of Things.

5G-internet
Við nýggja farbreiðbandshaldinum sleppur tú undan at hugsa um, hvussu nógv data tú brúkar, og hóast fleiri tól eru á sama neti, ávirkar hetta ikki góðskuna. 5G-lánibeinari fylgir við, sum tryggjar, at tú hevur røttu tøknina.

WiFi-tala
WiFi-tala er tænasta, sum ger tað møguligt at ringja og senda sms gjøgnum breiðbandið. Hetta merkir, at tú kanst ringja og senda SMS-boð, um tú til dømis ert á einum skipi ella einum kjallara, har telefonsambandið ikki er nøktandi.
Soleiðis tendrar tú
5G á iPhone


Vel mobilnetværk

Vel stillingar til data

Vel talu og data

Tendra 5G og VoLTE
Soleiðis tendrar tú
5G á iPhone (eSIM)


Vel mobilnetværk

Vel nummar undir SIM-kort

Vel talu og data

Tendra 5G og VoLTE
Hevur tú Samsung Galaxy S22, S23 ella S24 og hevur dagført til nýggjastu Android versjónina, er 5G sjálvvirkandi tendrað á telefonini.
HVØRJAR TELEFONIR HAVA 5G?
Fá kunning um, hvørjar telefonir kunnu hava 5G við at trýsta á listan niðanfyri.
Gev gætur!
Veitarin av telefonini skal góðkenna netið, áðrenn telefonin kemur á 5G.
Hesar klára 5G nú
iPhone 15 Pro Max
iPhone 15 Pro
iPhone 15 Plus
iPhone 15
iPhone 14 Pro Max
iPhone 14 Pro
iPhone 14 Plus
iPhone 14
iPhone 13 Pro Max
iPhone 13 Pro
iPhone 13
iPhone 13 Mini
iPhone 12 Pro Max
iPhone 12 Pro
iPhone 12
iPhone 12 Mini
iPhone SE (2022)
Galaxy S24 Ultra 5G
Galaxy S24+ 5G
Galaxy S24 5G
Galaxy S23 Ultra 5G
Galaxy S23+ 5G
Galaxy S23 5G
Galaxy S22 Ultra 5G
Galaxy S22+ 5G
Galaxy S22 5G
Mi 13 Pro 5G
Mi 12 5G
Mi 12T Pro 5G
Mi 12 Lite
Redmi Note 11 Pro 5G
Redmi Note 11 5G
Redmi Note 10 5G
Note 10 5G
Mi 11 Lite 5G NE
Mi 10 5G
Mi 10 T Pro 5G
Mix 3 5G
Mi 11 Lite 5G
Mi 11 5G
Hesar klára 5G seinni
One Plus 11
11 Pro
10 Pro
9 Pro
Nord CE 5G
Nord 5G
8 Pro 5G
8 5G
Nord 2 5G
Pixel 8 Pro
Pixel 8
F10 Fold
Pixel 7 Pro
Pixel 7
Pixel 6a
Pixel 6
Pixel 6 Pro
Huawei
Mate 40 Pro 5G
P40 5G
P40 Pro 5G
Mate 20 X 5G
P40 Lite 5G
Honor:
Magic 4 Pro
Magic 4 Lite
70 5G
X8 5G
70 Lite 5G
90 Lite 5G
90 5G
Magic 5 Lite
Magic 5 Pro
Magic Vs
Motorola:
G82 5G
Razr 40
Razr 40 Ultra
Edge 40
Oppo:
Find X3 Pro
Find X3 Neo
A74s
Nokia:
X10 5G

Hvat er munurin á 4G og 5G?
Hóast 4G í Føroyum telist millum tey bestu í heiminum, gongur alt skjótari við 5G. Ferðin er hægri, bíðitíðin styttri og kapasiteturin størri.
Hægri ferð
Stroyming, geyming og at senda stórar fílur gerts skjótari við 5G. Vit kunnu vænta hámarksferðir, sum eru upp til 10 ferðir hægri enn við 4G.


Styttri bíðitíð
Við hægri ferð verður bíðitíðin eisini styttri, tá ið tú til dømis stroymar og geymar.
Størri kapasitet
Við 5G kunnu fleiri tól vera á netinum samstundis, uttan at hetta ávirkar góðskuna. Tað vil siga, hóast datamongdin hjá Føroyingum økist, ávirkar hetta ikki sambandið ella ferðina á netinum.


Kjarnutøknin er í Føroyum
Kundar hjá Føroya Tele reika á Ericsson-tøkni, sum liggur í Føroyum. Øll kjarnutøknin í farnetinum hjá Føroya Tele er staðsett í Føroyum, og uppbygd við atlit til eyka trygd og mótstøðuføri fyri órógvi.
Bílegg 5G-prát

5G-sendistøðir
Fyri at fáa best møguligt samband á farbreiðbandinum, skal beinarin ella útiantennan hava so mikið frítt sýni til sendistøð, sum yvirhøvur gjørligt. Um hetta ikki letur seg gera, ber til at gera ferðkanningar á fartelefonini ymsastaðni í bústaðnum fyri at finna útav, hvar er best at seta beinaran ella útiantennuna.

Být og bøt um
Umhugsar tú nýggja 5G telefon, ella hevur tú tól, sum samla støv í skuffuni? Lat okkum taka ímóti gomlu tólunum og senda tey til endurnýtslu. Afturfyri ómakin og alt eftir, hvørjum standi tólini eru í, fært tú gávukort at brúka í Telebúðini.
Ofta spurdir spurningar
Fá svar upp á spurningin, áðrenn tú spyrt okkum
5G er nýggjasta og skjótasta ættarlið av farneti. 5G letur dyrnar upp fyri uppaftur betri upplivingum, nýggjum møguleikum og skjótari ferð á fartelefonini. Stórur kapasitetur, høg ferð og stutt svartíð eyðkennir 5G, og hetta eru eginleikar, sum eru neyðugir fyri samfelagið, sum mennist við rúkandi ferð.
Á 5G er gjørligt at binda óteljandi tól saman og lata tey samskifta hvør við annan á netinum. 5G hevur kapasitet til at handfara fleiri milliónir tól samtíðis, og tað gevur nýggjar framtíðar møguleikar í samfelagnum.
5G hevur nógvar fyrimunir bæði nú, men eisini í framtíðini. Her eru nakrir fyrimunir við 5G:
- Ferð: 5G spreingir ferðmátaran. Frá at tosa um Mbit, fara vit at tosa um Gbit. Hægri ferð merkir, at alt verður skjótari. Við 5G verður gjørligt at heinta appir, filmar og annað tungt innihald niður á fartelefonina eftir ongari tíð.
- Kapasitetur: At brúka internetið á fartelefonini hevur vundið upp á seg seinastu árini. Sonevnda datanýtslan hjá føroyingum er vaksandi, og hon fer framhaldandi at vaksa. Við 5G nøkta vit tørvin bæði nú og í framtíðini, tí netið hevur stóran kapasitet.
- Svartíð: 5G hevur ógvuliga stutta svartíð. Teoretiskt tosa um vit eitt millisekund frá tí, tú t.d. trýstir á send, og til tað, tú sendi, er móttikið í hinum endanum. Stutta svartíðin ger allan munin fyri at kunna brúka netið til framkomna tøkni.
- Trygd: Av tí, at 5G hevur nógv størri kapasitet enn 4G, virkar fyri, at trygdin og stabiliteturin á netinum gerst betri.
Nei, 5G er ikki vandamikið. Talan er um ikki-ioniserandi geisling, og hesum grundgeva vísindalig gransking og viðmæli frá ES og WHO fyri. Tað eru altjóða mørk fyri sendistyrki og geisling frá sendistøðum, og vit tryggja, at hesi markvirði verða hildin, tá ið 5G-netið verður útbygt.
Ja, 5G er betri upp á allar mátar. Hóast 4G í Føroyum taldist millum tey bestu í øllum heiminum, merkja vit týðiliga broyting, tá ið tað ræður um ferð, kapasitet og svartíð.
Hevur tú óstøðugt ella einki samband á fartelefonini ella øðrum tólum, sum eru knýtt at farnetinum, viðmæla vit, at tú sløkkir og tendrar tólið aftur fyri at loysa trupulleikan. Hjálpir hetta ikki, kanst tú ringja til okkara á tel. 808080 og skráseta trupulleikan niðanfyri.
Royn fyrst at sløkkja og tendra fartelefonina aftur. Um hetta ikki hjálpir, royn so at senda eitt SMS til tín sjálvs. Um hetta heldur ikki hjálpir, kanst tú ringja til okkara á tel. 808080 og skráseta trupulleikan niðanfyri.
Vit viðmæla altíð, at tú fyrst sløkkir og tendrar fartelefonina aftur fyri at loysa trupulleikan. Um hetta ikki hjálpir, so kanst tú kanna, um mobildata er tendrað á fartelefonini og um “internet” stendur í APN-stillingunum. Les meira um APN-stillingar her.
Við eSIM á snildurinum, kanst tú bæði ringja, smsa og brúka data uttan at hava telefonina við tær. Um tú ikki hevur eSIM, kanst tú stovna tað her.
Enn er ikki møguligt at fáa eSIM á snildurið. Vit vænta tó, at eSIM til Galaxy Watch verður klárt um stutta tíð. eSIM til Apple Watch er ikki klárt enn.

Feilfráboðan
Vinaliga skráset trupulleika, um tú hevur óstøðugt
samband á fartelefonini ella øðrum tólum,
sum eru knýtt at farnetinum.
Gev gætur, at tú hevur tvinnar møguleikar at
skráseta. Vel, um tú ert í Føroyum ella uttanlands.