
Nevnd

Bjarni Arnason
Nevndarformaður
Bjarni Arnason umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er valdur av landsstýrismanninum í lógarmálum. Hann kom í nevndina í 2020 og tók við sum nevndarformaður. Bjarni starvast í dag sum partnari og stjóri hjá granskoðanarvirkinum NUMO.
Starv
Stjóri, NUMO
Útbúgving
Cand.jur. frá KU
Cand.merc.aud. frá CBS
Bachelor í løgfrøði
Bachelor í vinnubúskapi

Johnni M. Poulsen
Næstformaður
Johnni M. Poulsen umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er valdur av landsstýrismanninum í lógarmálum. Hann tók við sum stjóri í P/F Magn í oktober 2017 og hevur frammanundan drúgvar royndir sum fíggjarstjóri í P/F Magn í 10 ár. Johnni hevur harumframt arbeitt í norðurlendsku fjarskiftisfyritøkuni Telia frá 1996 til 2002. Hann kom í nevndina í 2016.
Starv
Stjóri, Magn
Útbúgving
Cand.merc., Management Accounting and Control frá Copenhagen Business School

Annbritt Tummasdóttir Andersen
Nevndarlimur
Annbritt Tummasdóttir Andersen umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er vald av landsstýrismanninum í lógarmálum. Annbritt hevur síðan januar 2019 starvast sum partnari hjá Momentum Consulting í Danmark og hevur frammanundan drúgvar royndir frá millum annað Amrop og Hays. Annbritt kom í nevndina í 2020 og hevur frammanundan sitið í nevndini frá 2013-2019.
Starv
Partnari, Momentum Consulting
Útbúgving
Cand.Merc.FIR frá Copenhagen Business School

Lena L. Mohr
Nevndarlimur
Lena L. Mohr umboðar partaeigaran Føroya Landsstýri í nevndini og er vald av landsstýrismanninum í lógarmálum. Lena hevur drúgvar royndir innan marknaðar- og miðlaheimin og starvast sum leiðslu- og organisatiónsmennari í Tórshavnar kommunu. Hon kom í nevndina í 2020.
Starv
Leiðslu- og organisatiónsmennari, Tórshavnar kommuna
Útbúgving
Cand.negot. in International business and foreign languages frá Syddansk Universitet

Ólavur Simonsen
Nevndarlimur
Ólavur Simonsen er starvsfólkavaldur nevndarlimur. Til dagliga er hann deildarleiðari á Sona. Ólavur hevur verið nevndarlimur síðani 2015.
Starv
Deildarleiðari, Sona
Útbúgving
M.Sc. Software Technology frá Robert Gordon University, B.Sc. Electrical Engineering frá Fróðskaparsetur Føroya

Levi T. Nybo
Nevndarlimur
Levi T. Nybo er starvsfólkavaldur nevndarlimur. Til dagliga starvast hann sum vinnuráðgevi á Føroya Tele. Levi hevur verið nevndarlimur síðani 2019.
Starv
Vinnuráðgevi, Føroya Tele
Útbúgving
Diplom í international handel og markedsføring frá Aarhus Erhvervsakademi

Janus Djurhuus
Nevndarlimur
Janus Djurhuus er starvsfólkavaldur nevndarlimur. Til dagliga starvast hann sum verkætlanarleiðari hjá NET. Janus hevur verið nevndarlimur síðani 2023.
Starv
Verkætlanarleiðari, NET
Útbúgving