
WiFi-tala
Betri samband
Fyrimunir av WiFi-talu


Betri samband
Ring ella smsa hóast tú ikki er á farnetinum.

Lætt at tendra
Tænastan er løtt at tendra á telefonini.

Hvat er WiFi-tala?
WiFi-tala, sum er stytting fyri Voice over WiFi, gevur tær møguleika at ringja og smsa gjøgnum breiðbandið (WiFi-sambandið). Tað merkir, at tær ikki nýtist at hugsa um, hvussu gott fartelefonsambandið er, tí fartelefonin brúkar WiFi-sambandið at ringja við, um onki fartelefonsamband er. Gev gætur, at góðskan á WiFi-sambandinum ávirkar góðskuna á WiFi-taluni.
Fyrimunir av WiFi-talU
Um tú til dømis ert umborð á einum skipi, har onki fartelefonsamband er, kanst tú bæði ringja og smsa, um skipið hevur WiFi-samband. Eisini, um tú ert í einum kjallara ella bygningi við tjúkkum betongveggjum, har fartelefonsambandið ikki er nøktandi, ber til at ringja og smsa umvegis WiFi-sambandi.


Gev gætur!
Góðskan á WiFi-sambandinum er avgerandi fyri góðskuna á WiFi-talu tænastuni. Tað merkir, um tú hevur trupulleikar við WiFi-sambandinum, ella sambandið er óstøðugt, ávirkar hetta WiFi-taluna.
WiFi-talu tænastan er treytað av, at fartelefonhaldið hevur tænastuna, at telefonin kann WiFi-talu, og at tænastan er tendrað á telefonini.
Fyri at tendra WiFi-talu, skal telefonin hava VoLTE.
Er telefonin
WiFi-talu klár?
Niðanfyri sært tú, hvørjar telefonir eru
og skjótt verða WiFi-talu klárar hjá Føroya Tele.
iPhone 15 Pro
iPhone 15 Pro Max
Galaxy Flip 5
Galaxy Fold 5
Galaxy S24
Galaxy S24+
Galaxy S24 Ultra
Galaxy S23
Galaxy S23+
Galaxy S23 Ultra
Galaxy S22
Galaxy S22+
Galaxy S22 Ultra
Xiaomi 12
Xiaomi N16
Xiaomi M12
Soleiðis tendrar tú
WiFi-talu á iPhone


Vel mobilnetværk

Vel stillingar til data

Vel talu og data

Tendra Wi-Fi-opkald
Soleiðis tendrar tú
WiFi-talu á Samsung og Xiaomi


WiFi-tala á Samsung
1. Far inn á “Settings/Indstillinger”
2. Trýst á “Connections/Forbindelse”
3. Tendra “Wi-Fi Calling”
4. Trýst á “Wi-Fi Calling”
5. Trýst á “Calling Preference”
6. Trygg tær at “Mobile network preferred” er valgt.
Hevur tú Samsung S22 og
hevur dagført til nýggjastu sofware-versjónina,
er WiFi-tala sjálvvirkandi tendrað á telefonini.

WiFi-tala á Xiaomi
1. Trýst á “Indstillinger” (Settings)
2. Vel “SIM-kort” (SIM-card)
3. Trýst á “Netværkspræferencer” (Network Preferences)
4. Vel “Foretræk Wi-Fi” (Prefer WiFi)
*Um WiFi-tala ikki er tøkt á telefonini, set teg í samband við supportina á telefon 808080.
Ofta spurdir spurningar
Fá svar upp á spurningin, áðrenn tú spyrt okkum
WiFi-tala er íroknað Vinnu og Ver-hald við íroknaðum data.
Ja, sms yvir WiFi-talu eru ókeypis á Vinnu- og Ver-haldum við íroknaðum data.
Ja, um tú hevur eitt Vinnu- ella Ver-hald við íroknaðum data.
Nei. Tað er ikki neyðugt hjá móttakaranum at hava WiFi-talu, fyri at tú kanst brúka WiFi-talu.
Um 4G/5G-samband er uttanfyri bygningin, skiftir telefonin sjálvvirkandi frá WiFi-talu sambandinum til 4G/5G-samband. Um tað bert er 3G-samband uttanfyri, verður samtalan avbrotin, tá ið tú fert út, og tú mást ringja uppaftur.
Tað er týdningarmikið, at telefonin er dagførd til nýggjastu software-versjónina. Tað er eisini møguligt, at veitarin av telefonini ikki hevur góðkent tøknina enn. Um tú hevur trupulleikar við WiFi-talu, ert tú vælkomin at ringja til okkara.
Ja, tænastan riggar at ringja til 112.
WiFi-tala riggar á øllum tráðleysum netum, undantikið á netum, ið ikki loyva WiFi-talu. Hetta kann vera ymiskt frá stað til stað.