
Snild og brúkaravinarlig
vekslaraloysn og telefonskipan
Alt á einum stað
Konnekta er snild og brúkaravinarlig vekslaraloysn og telefonskipan til bæði stórar og smáar fyritøkur. Hon savnar alt samskifti á einum stað, so tú lætt kanst samstarva við starvsfelagar og avgreiða viðskiftafólk, sama um tað er á teldu, fartelefon, borðtelefon ella øðrum tóli.

Fleksibult samskifti
Konnekta hevur allar hentleikar. Hon tryggjar arbeiðssom og tænastusinnað starvsfólk, sum hava rætta amboðið til at hugsavna seg um arbeiðið og at veita skjóta, góða tænastu. Konnekta er fleksibult, og tá ið samanum kemur, ræður tú sjálv/ur, hvussu tú samskiftir. Tú kanst ringja og kjatta sama nær og sama hvar.
Ring og svara
á øllum tólum
Á skrivstovuni ella út við? Svara borðtelefonini á fartelefonini, fleksa millum fartelefonina, telduna ella teldilin, tá ið tørvur er á tí, ella hví ikki bara ringja, svara og víðaristilla beinleiðis á telduni?


Øll nummur
á sama tóli
Arbeiðsnummar og privatnummar á sama tóli við einum og sama SIM-korti.
Sterk her og
nú hagtøl
Innlit og visuelt yvirlit yvir innkomandi og útgangandi kall, køir og annað.


Umstilling og
víðaristilling
Fá greitt yvirlit yvir, hvør starvsfelagi er tøkur, áðrenn tú stillar um.
Ringibólkar,
upptøka og
boðklivi
Stovna ringibólkar, tak køll upp og bjóða teimum, sum ringja, at leggja eini boð á boðklivan.


Spælir í dur
við Totalview
Við at tvinna saman Konnekta og Totalview samlar tú allar funkurnar í Konnekta inni í Totalview og kanst ringja út, svara køllum, umstilla og seta støðu í Totalview.
Vinnudeildin
Hesi kenna marknaðin, og tey vita akkurát, hvat tær tørvar. Set teg í samband við vinnudeildina.