Fyrst mást tú tendra VoLTE á tínari iPhone, fyri at víðaristilling skal rigga. Eftir hetta, kanst tú brúka víðaristillingar við at fylgja vegleiðingini niðanfyri:
Soleiðis tendrar tú VoLTE á tínari iPhone: VoLTE – Føroya Tele (ft.fo)
Um telefonin hevur iOS 18.2, kanst tú stýra call waiting / Opkald venter beinleiðis á telefonini.
Sambært Apple, eru hesi iPhone-modellini kompatibul við iOS 18.2: Apple Support. (KE) iPhone models compatible with iOS 18 – Apple Support (KE
Annars kanst tú brúka fylgjandi kotur:
Víðaristilling: | ||
Víðaristilling altíð: | *21*<nummar> | Tendra |
Víðaristilling altíð: | #21 | Sløkk |
Víðaristilling upptikin: | *67*<nummar> | Tendra |
Víðaristilling upptikin: | #67 | Sløkk |
Víðaristilling onki svar: | *61*<nummar> | Tendra |
Víðaristilling onki svar: | #61 | Sløkk |
Onki samband: | *62*<nummar> | Tendra |
Onki samband: | #62 | Sløkk |
Hvussu brúki eg víðaristilling tænastuna á iPhone?
Víðaristilling er ein møguleiki, sum tú hevur, um tú brúkar telefonina nógv ella ikki ert heima. Tá kanst tú stilla telefonina um til eitt annað nummar, til dømis eina fartelefon.
Víðarstilling kann gerast upp á tríggjar mátar. Tú kanst víðaristilla, tá telefonin er bundin, tá eingin svarar, ella tú kanst víðaristilla allar uppringingar.
Víðaristilling, tá telefonin er bundin
Sjálvt um tú brúkar telefonina allan dagin, nýtist hon ikki at vera bundin. Tá uppringingar koma til tína telefon, meðan tú tosar, verða tær sjálvvirkandi stillaðar um til eitt valt nummar.
Sjálvandi kann telefonin brúkast sum vanligt, sjálvt um hon er stillað til eitt annað nummar.
Verður stovnað við at trýsta *67*<telefonnummar> og strikað við #67
Víðaristilling, tá eingin svarar
Telefonin ringir – men tær nýtist ikki at skræða teg sundur fyri at taka hana. Tí eftir uml. 20. sek. verður stillað um til eitt annað nummar, sum tú frammanundan hevur valt.
Verður stovnað við at trýsta *61*<telefonnummar> og strikað við #61
Víðaristilling av øllum uppringingum
Uppringingarnar til tína telefon kunnu nú sjálvvirkandi verða stillaðar víðari og svaraðar av grannum, starvsfelagum – ella kanska har, sum tú ert, sjálvt um tú ikki ert heima.
Verður stovnað við at trýsta *21*<telefonnummar> og strikað við #21
Hevur tú ikki VoLTE skalt tú brúka fylgjandi vegleiðing: Hvussu brúki eg víðaristilling tænastuna? – Føroya Tele